Petur í Gong, Brúkarasamtakið
Seinasta góða hálva árið hevur Brúkarasamtakið luttikið í arbeiðinum at dagføra Kappingarlógina. Eitt serligt við hesum arbeiðinum var fyrst og fremst samansetingin av arbeiðsbólkinum, sum í hesum føri var við umboðum fyri brúkara og vinnu, umframt kappingarmyndugleikan og Vinnumálaráðið.
Arbeiðið hevur gingið sera væl, og bólkurin hevur verið samdur um flestu lutirnir í nýggja uppskotinum.
Í nýggju Kappingarlógini er atlitið til brúkaran tikið við longu í fyrstu greinini, eins og øll lógin leggur upp til eina nógv betur skipaða kapping. Millum annað tá tað snýr seg um samanleggingar og avtalur millum fyritøkur.
Brúkarasamtakið er serliga nøgt við, at hald skal leggjast á vinningin, ið kann staðfestast av, at fyritøkur ikki halda seg til Kappingarlógina. Kortini meta vit ikki, at henda áseting einsamøll kann tryggja brúkaran ímóti órætti. Til hetta krevst møguleikin fyri at føra sakarmál í bólki. Og her mæla vit til, at t.d. ein brúkaramyndugleiki fær rætt til at føra endurgjaldskrav fyri allar teir brúkarar, ið ikki greitt bera seg undan. Annað gevur ikki meining.
Um vit taka sakina um bakararnar á sinni. Vit kunnu ímynda okkum, at teir brúkarar, ið hava goldið ov nógv fyri breyðið, ætla at stevna. Teir vilja hava endurgjald fyri tað, ið teir hava goldið ov nógv. Sum er má hetta gerast á tann hátt, at ein stevning skal stovnast fyri hvønn einstakan brúkara, og at hesir brúkarar hvør í sínum lagi gera upp og skjalprógva sín miss. Ein vónleys uppgáva, ið ikki gevur nakra serliga meining. Tí nýtist ongum vinnurekandi at vera bangin fyri nøkrum endurgjaldskravi frá brúkaranum, ið sostætt verður tann, ið má bera kostnaðin.
Arbeiðsbólkurin hevur eisini nortið við spurningin, hvørt mann skal mæla til eina lóg um alment innkeyp. Her var ikki so nógv at kjakast um, tí full semja var um, at hetta mátti vera ein sjálvfylgja. Hóast semja var um hetta, var raðfestingin av grundgevingunum ikki heilt tann sama hjá øllum. Meðan vinnan fyrst og fremst vil tryggja sær, at tað almenna ikki setur kappingina til viks, hugsar Brúkarasamtakið meira um ein almennan innkeypspolitikk. At tað almenna sum ein stórbrúkari kann vera við til, gjøgnum sítt innkeyp, at gera vørur, ið annars ikki eru so atkomiligar, meira atkomiligar hjá vanliga brúkaranum. So sum vistfrøðiligar vørur, svana- ella ES blómu-merktar vørur, FSC-merkt timbur, sólfangarar o.l. Eisini vísir tað almenna við sínum innkeypspolitikki hvørja støðu vit sum land hava til viðurskifti av etiskum, samfelagsligum, heilsuligum og umhvørvisligum slagi. Her og nú er tað heilt greitt fyri øll, at Føroyar onga støðu hevur til ein hóp av málum. Innkeyp er eitt av teimum.
Hetta uppskotið til nýggja Kappingarlóg er ikki nakar endaligur sannleiki, ið megnar at standa í allar ævir. Samfelagið broytist alla tíðina, og tí mugu tillagingar gerast við jøvnum millumbilum. Onkrar ásetingar kunnu vísa seg at vera óhepnar, meðan annað kann tykjast at mangla.
Men samanum tikið eru vit í Brúkarasamtakinum sannførd um, at henda nýggja Kappingarlógin, um hon verður samtykt, fer at skapa eina meira virkna kapping, og harvið eina nógv størri gagnnýtslu av okkara tilfeingi. Økt krøv til umsitingina av lógini verða vunnin fleirfaldað inn aftur gjøgnum eitt virknari vinnulív, ið verður betri brynja at virka undir vanligum altjóða krøvum.










