Kappingarførir tónleikarar

Næstu vikurnar skulu fleiri føroyskir tónleikarar taka lut í stórum kappingum í okkara grannalondum

Vit minnast stóru føroysku sigrarnar í útlendskum sjónvarpskappingum. Guðrun Sólja Jacobsen var stjørna í meira enn eitt kvøld. Jógvan Hansen hevði størri x-factor enn íslendingar. Gunnar Mikkelsen fekk sína løtu á tindinum. Og so var tað Linda Andrews, sum var stóra stjørnan í donsku X Factor kappingini í fjør.

Føroyingar hava ferð eftir ferð gjørt vart við seg í tónleikakappingum, sum fylla nógv í okkara grannalondum, tí tær verða sjónvarpaðar til eina stóra fjøld. Fleiri hava vunnið, onnur hava staðið seg væl, og nú eru aftur fleiri, sum bjóða seg fram.

Næstu vikurnar kunnu føroyingar fylgja trimum føroyskum sangarum í størst tónleikakappingunum í Danmark og Føroyum, og vandin fyri kulturimperialismu – sum onkur kallar hesar kappingarnar - er øktur.


Anna, Jógvan og Jens Marni

Fríggjakvøldið sleppa føroyingar – og danir – at síggja Onnu Nygaard í X Factor fyri fyrstu ferð. Evnaríka songkvinnan verður fríggjakvøldið til upptøkuroynd, og longu nú er greitt, at fyrsta royndin hjá henni eydnast væl

Leygarkvøldið verður Jógvan Hansen við í íslendska Grand Prixnum, har hann skal syngja sang, sum Bubbi Morthens hevur verið við til at skriva. Hetta er triðju ferð, at Jógvan Hansen er við í Eurovision, sum íslendingar kalla kappingina, og spurningurin er, um tíðin nú er komin til, at fyrsti føroyingurin vinnur eina slíka kapping. Nógv talar í øllum førum fyri, at Jógvan Hansen kann koma langt í kappingini.

Og nú um dagarnar kom eisini fram, at Jens Marni Hansen skal verða við í danska Grand Prixnum, sum verður hildið fyrst í februar.

Spurningurin er so, um føroyingar fáa enn ein sigur í útlendskari sjónvarpskapping.