-Lønartrýstið er stórt í løtuni og verður útlendingapolitikkurin ikki broyttur, fær kappingarførið ein ordiligan kjaftfisk, tá arbeiðið at byggja Stórutjørn byrjar, heldur stjórin á Articon Stjórin fyri byggifelagið Articon ávarar í blaðnum Vinnuvitan ímóti, at arbeiðið at gera Stórutjørn byrjar, uttan at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður styrktur við útlendskari arbeiðsmegi.
Jón Danielsen heldur ikki at upphitingin er so ógvislig, at nøkur orsøk er at rópa varskó. Hann er meira stúrin av vantandi viljanum hjá politikarunum at skunda undir málið at loyva útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðin. Nú er málið aftur seinkað.
- Seinastu árini hava vit fingið ein fullkomuliga fastlæstan arbeiðsmarknað, og tað vísir seg, at eingin politikari torir at loysa tær leinkjur, sum kunnu geva okkum ein meira dynamiskan arbeiðsmarknað, sigur hann við Vinnuvitan.
- Fara fleiri arbeiðir í gongd nú, til dømis Stóratjørn, og eingin loysn er fingin á arbeiðsmarknaðinum, so fær kappingarførið ein ordiligan kjaftfisk, sigur hann við blaðið.