Kappingareftirlitið: KVF skal ansa sær

Tað liggur ein serlig ábyrgd á einum stovni, sum kappast við privatar aktørar, samstundis sum hann hevur meginpartin av sínum inntøkum lógartryggjarar

Tað liggur ein serlig ábyrgd á einum stovni, sum kappast við privatar aktørar, samstundis sum hann hevur meginpartin av sínum inntøkum lógartryggjarar.

 

Tað sigur Terji Sigurðsson, stjóri á Kappingareftirlitinum, í samrøðu við Dimmalætting.

 

Hann vísir á, at tá árið byrjar, veit leiðslan í Kringvarpinum, at stovnurin er tryggjaður eini 80 prosent av inntøkunum, sum skulu til fyri at reka stovnin.

 

– Hetta gevur heilt aðrar arbeiðsumstøður, enn tær, sum privatir miðlar, ið eru tengdir at lýsingarvinnu, virka undir, sigur Terji Sigurðsson við Dimmalætting.

 

Hann vísir á, at politiska leiðslan í Føroyum hevur gjørt av, at Kringvarpið skal kunna selja handilslýsingar.

 

– Men tá vit uppliva alt rumblið, sum stendst av broytingum í prísum, er ikki torført at ímynda sær, at støðan hevði verið greiðari um Kringvarpið ikki virkaði á hesum marknaði yvirhøvur, sigur hann.

 

– Men tað er so ein politiskur spurningur og ikki ein spurningur fyri Kappingareftirlitið.

 

Við Rás2 í gjár segði Jógvan á Lakjuni, ið sum landsstýrismaður legði útvarp og sjónvarp saman til Kringvarp Føroya við loyvi at kappast við privatar miðlar um lýsingar, at hann fer at virka fyri, hetta hetta verður broytt soleiðis, at Kringvarpið ikki skal sleppa at kappast við privatar miðlar um lýsingar.