Kappingareftirlitið kannar oljuprísir í Føroyum

Tað er prísgongdina á bensin, diesel og gassolju, sum Kappingareftirlitið í fyrstu syftu hevur kannað í Føroyum og borið saman við prísgongdina á Brent ráolju

Prísurin á bensini, diesel og gassolju er seinastu 1-2 árini støðugt hækkaður, og orsøkirnar til hesa hækkan eru partvís Covid-19 og kríggið í Ukraina.

 

Covid-19 hevði við sær, at eftirspurningurin eftir orku, harundir oljuúrdráttum, fall munandi fram til byrjanina av 2020, tí samfeløg um allan heim vóru afturlatin. So hvørt sum Covid-19 avmarkingarnar vórðu tiknar burtur, vaks eftirspurningurin eftir orku aftur. Hetta hevði við sær, at orkuprísir yvirhøvur hækkaðu.

 

Síðani brast kríggj á í Ukraina, og hevði hetta við sær eina avmarking av útboðnum av gass og olju, og hevur hetta tí ført til, at prísirnir á olju eru hildnir fram at økjast.

 

Tað er tó altíð ein møguleiki - um virkin kapping ikki er á einum marknaði - at príshækkanir gerast hægri enn innkeypsprísir geva orsøk til.

 

Nú oljuprísirnir eru alsamt frammi í fjølmiðlunum, hevur Kappingareftirlitið valt at leggja tey hagtøl fram, sum Kappingareftirlitið hevur í varðveitslu.

 

Í fyrstu syftu er talan um ávikavist prísgongdina á bensin, diesel og gassolju, sum verða samanborin við prísgongdina á Brent ráolju. Talan er um hagtøl, sum leypandi verða dagførd á heimasíðuni.

 

Hagtølini kunnu síggja her