Kappingarárið 2009

So fór besta liðið hjá KÍ niður í 1. deild at leika komandi ár. Og so sjálvt árið, sum KÍ fyllir 105 ár – at fara í fyrstu deild ger tað ikki betur

Eg sigi, sum formaðurin hjá KÍ segði í samrøðu. Einki annað at gera enn at bróta upp armar og koma upp aftur longu komandi ár.
Nú er nokk bert besta liðið hjá HB, sum ongan tíð er farið niður, síðani niðurflyting varð sett í guldið. Ynski HB hjartaliga tillukku við tí 20. Meistaraheitinum í bestu deildini og Víkingi fyri at hava hava vunnið steypakappingina.
Kaga vit aftur, tá landskappingin, sum byrjaði í 1942, og fram til 1972, tað vil siga í 30 ár, vinnur besta liðið hjá KÍ meistaraheitið heilar 15 ferðir. Tað vil siga, at besta liðið hjá KÍ vinnur meistaraheitið annað hvørt ár hesi 30 árini. Eitt satt bragd má sigast. Og hartil er at undrast yvir, at bert tvey meistaraheiti í bestu deildini eru vunnin síðani 1973 og til 2009. Tað vil siga í heili 36 ár. Hvat sum hevur verið galið, veit eg ikki, tí KÍ hevur sanniliga átt nógvar góðar leikarar hesi árini. Annars fari eg bert at ynskja KÍ alt tað besta í framtíni, og at komandi árini fara at gangast væl hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. Til endans fari eg ynskja besta kvinnuliðnum hjá KÍ í fóbólti hjartaliga tillkku við ti 10. Meistaraheitinum á rað. Sanniliga eitt bragd av teimum heilt stóru.