Kappingar í frælsum ítrótti 2000

Tað eru heilar 19 kappingar í frælsum ítrótti í ár sambært kappingarskránni hjá Deildarsambandinum fyri Súkkling og Frælsan ítrótt

Tríggjar kappingar hava longu verið, og niðanfyri framganga úrslitini av tí seinastu av hesum, Flaggdagsrenningin. Umframt nógvar einstakar kappingar í renning, kasti og frælsum ítrótti annars skipar Deildarsambandið fyri tveimum Grand Prix kappingum í ár.


Grand Prix kappingin í renning

Síðani 1998 hevur verið skipað fyri Grand Prix renning, ið kann samanberast við eina landskapping fyri rennarar. Kappingin er skipað bæði sum einstaklingakapping og liðkapping millum tey trý feløgini Bragdið, Roysnið og Treysti.

Tey bæði seinastu árini hava Flaggdagsrenningin og rennikappingar á øllum stevnunum talt við, men í ár ætlar Deildarsambandið at skipa kappingina øðrvísi. Kappingarnar, ið telja við í Grand Prix kappingini í ár, eru Flaggdagsrenningin, Føroya Bjór Renningin á Norðoyarstevna, Eystanstevna, ein kapping á Svangaskarði, Vestanstevna og Ólavsøkan.

Av hesum seks kappingunum telja fimm tey bestu úrslitini hjá hvørjum rennara við. T.v.s. at rennararnir eru meiri frítt stillaðir - teir eru við í kappingini, sjálvt um tað gongst teimum illa í einari kapping, ella teir missa eitt umfar t.d. vegna skaða.

Stigatalvan er tann sama, ið hevur verið nýtt hini árini: nr. 1 í hvørji kapping fær 40 stig, nr. 2 fær 34 stig, nr. 3 - 30 stig, nr. 4 - 26 stig, nr. 5 - 23, nr. 6 - 20, nr. 7 - 18 stig, nr. 8 - 16 stig, nr. 9 - 14 stig, nr. 10 - 12 stig, nr. 11 - 10 stig, nr. 12 - 9 stig o.s.v. nr. 20 fær 1 stig.

Vinnari tey bæði undanfarnu árini hevur verið Guttorm Sørensen úr Treystinum, meðan Bragdið hevur vunnið liðkappingina.


Daewoo marathon

Sum nakað nýtt fer Deildarsambandið eisini at skipa fyri einari Grand Prix kapping í heyst. Hetta verður gjørt fyri at savna tær nógvu einstøku kappingarnar, sum liggja um heystið, í eina eind. Hetta skuldi havt við sær, at tey, ið renna, framvegis hava nakað at venja til, tá FM í frælsum ítrótti og Grand Prix kappingin eru liðug um Ólavsøkuna.

Hendan seinna kappingin, ið verður nevnd Daewoo marathon, fevnir um fýra umfør, ið tilsaman eru eitt marathon til longdar, t.v.s. 42,195 km. Vinnarin av kappingini er tann, ið hevur runnið tann samlaða teinin uppá stýtst tíð. Fyri at vera við í kappingini er sostatt neyðugt at luttaka í øllum fýra umførum.

Tey fýra umførini eru rættuliga ymisk. Fyrsta umfarið er Daewoo-renningin í Klaksvík, ið er á eini harðari rutu. Næsta kappingin er hálvmarathon í Havn; hetta er samstundis FM í hálvmarathon. Triðja kappingin er Runt Agnið, ið verðu runnið á eini harðari 10,5 km langari rutu í Eysturoy. Seinasta umfarið verður væntandi á Kambsdali í oktober.

Sum tað sæst av kappingarskránni niðanfyri, hevur Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsum ítrótti borðreitt við nógvum ymiskum kappingum í ár, so her skuldi verið okkurt fyri øll tey, ið hava hug at royna seg innan frælsan ítrótt.