Brennievni
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað tykist sum, at kapping hevur tikið seg upp á marknaðinum um brennievni. Seinastu nógvu árini hava prísirnir hjá kappingarneytunum í Føroyum, Shell og Statoil, sum tey tá itu, verið at kalla júst teir somu, og prísirnir eru hækkaðir og lækkaðir samstundis.
Herfyri kom Effo tó við einum opningstilboði, tá teir í ein heilan dag seldu bensin og diesel eina krónu bíligari fyri liturin enn Magn.
Nú hevur Magn svarað aftur. Mánadagin og týsdagin hevur Magn selt gassolju fyri 5,31 krónur, meðan prísurin hjá Effo hevur verið 5,56 krónur fyri liturin av gassolju. Fyri ein tanga á 1000 litrar er hetta ein munur á 200 krónur.
Í gjár hevur Effo tó eisini lækkað prísin niður á 5,31 krónur fyri liturin av gassolju, og er kostnaðurin sostatt aftur tann sami hjá báðum útbjóðarunum.
Hetta kundi bent á, at ein lítil kapping er við at taka seg upp á marknaðinum, og at prísirnir ikki neyðturviliga fylgjast líka kroniskt hjá báðum útbjóðarunum, sum teir higartil hava.