Kapping um nýggja brúðarvísu

Sláið Ring, sum er landsfelgið hjá dansifeløgunum, skipar enn einaferð fyri kapping um at fáa nýggja Brúðarvísu til vega.

Við hesum er lagt upp til, at øll, ið hava ein yrkjara goymdan innan í sær, kunnu gera eina roynd at geva teimum føroysku brúdleypunum eina nýggja brúðarvísu, so fleiri verða at velja ímillum, sigur Landsfelagið.

Sostatt eru øll vælkomin til at senda uppskot inn og virðislønir verða lætnar fyri bestu uppskotini.

Annars hava uppskot til nýggjar brúðarvísur verið frammi áður, men tær brúðarvísurnar hava ikki fingið undirtøku.

Kanska vóru krøvini og nógv og torskild at yrkja eftir, halda tey í Sláið Ring.

Hesuferð eru færri krøv, men ein treyt er, at nýggja Brúðarvísan skal hava niðurlag og vara einar átta minuttir á gólvi.

- Og ikki minst skal hon vera viðkomandi fyri brúðarparið og kunna kvøðast á gólvi.

- Yrkjast kann til eitt kent lag ella nýtt lag. Eisini ber til at skriva vísuna uttan lag, men tá stendur tað til Sláið

Ring at avgera, hvør ið sleppur at gera lag til vísuna.

Uppskotini verða viðgjørd av eini trýmannað nevnd, ið Sláið Ring hevur sett, og tey, ið manna nevndina, eru Jákup Reinert Hansen, Bergljót av Skarði og Rasmus Joensen.

Øll uppskot til nýggja Brúðarvísu skulu vera Sláið Ring í hendi í seinasta lagi 9. december í ár og um hálvan januar verða trý av teimum bestu uppskotunum latin dansifeløgunum til at meta um.

Dansifeløgini skulu so velja ímillum hvat uppskot er nr 1, 2 og 3 og so verða atkvøðurnar taldar saman.

Vinnarin fær 15.000 krónur, nummar tvey fær 10.000 krónur og nunnar trý fær 5.000 krónur.