Føroya Tele bjóðar nú kundum sínum datanýtslu upp í 1 GB í Føroyum saman við fríaru talu í Føroyum og øllum Norðurlondum og óavmarkaðari sms-nýtslu í Føroyum.
Tað nýggja er, at frá 29. mai fáa øll, ið hava fría talu frá Ver hjá Føroya Tele 1 GB data at nýta um mánaðin fyri sama kostnað.
1 GB um mánaðin er stór datanýtlsa. Sambært Føroya Tele kennist 1 GB fyri flestu kundar hjá Ver sum frítt data.
– Sløkk ikki fyri 3G á telefonini í ein mánað og kenn, hvussu nógv tú fært burturúr, skrivar Føroya Tele í lýsingini.
Sagt verður eisini, at tú fært onga eyka rokning, tá tú hevur brúkt tí 1GB, tí tá fært tú eina fráboðan frá Føroya Tele.
– Og tørvar tær meira data, er altíð møguleiki at keypa ein datapakka til haldið