At felagið Sigguk A/S hevur sent skip til Uummannaq at taka ímóti fiski frá útróðrarmonnum, hevur gjørt, at fleiri arbeiðsfólk á fiskavirkinum hjá Avannaa Seafood Aps í býnum eru send til hús. Hetta órógvar lokalfelagið hjá SIK. Bæði Avannaa Seafood Aps og Royal Greenland A/S hava nevniliga fiskavirkir í Uummannaq.
Sigguk A/S byggir eisini nýtt fiskavirki í Uummannaq, sum verður tað triðja í býnum, tá tað stendur liðugt. Men, áðrenn nýggja virkið hjá felagnum er klárt at taka ímóti fiski, hevur Sigguk A/S lagt eitt skip í fjørðin, sum tekur ímóti fiski frá útróðrarmonnum.
Fiskivinnan í Uummannaq, sum hevur stívliga 1400 íbúgvar, hevur verið fyri stórari menning seinnu árini, og nú verður so triðja fiskavirki bygt í býnum. Sermitsiaq veit at siga, at skipið, sum Sigguk A/S hevur liggjandi til móttøku av fiski, helst verður liggjandi alt hetta árið - og kanska til byrjanina av 2021.
- Tá fleiri útróðrarmenn landa sína veiði til skipið, eru nøgdirnar, sum fiskavirkið hjá Avannaa Seafoods fær, minkaðar munandi. Úrslitið er, at nógv arbeiðsfólk á virkinum eru vorðin arbeiðsleys, og hetta órógvar fakfeløgini, skrivar Sermitsiaq.