Kapping um bestu kærleikssøgu

Bókadeildin skipar nú fyri kapping um bestu stuttsøgu fyri ung, har kærleiki er høvuðsevni í søguni


1. desember er evstamark at lata inn stuttsøgu í norðurlendskari kapping um bestu kærleiksstuttsøgu fyri ung, har møguleiki er at vinna 12.000 kr.

Hepnu vinnarasøgurnar verða givnar út í spildurnýggjum stuttsøgusavni, sum kemur út á heysti í 2009 í øllum Norðurlondum.

Í Føroyum er tað Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum er partur av norðurlendska forlagssamstarvinum, ið skipar fyri kappingini í samstarvi við Eik Banka 



Felags átak

Í sambandi við kappingina vísir Bókadeildin á, at vit seinastu árini javnan hava gramt okkum um, at ov lítið verður skrivað av upprunaføroyskum nútíðarligum tilfari til ung. Hetta er torførur bólkur at skriva til, tí alt er so skiftandi og broytist so skjótt í ungdómsárunum, kanska ongantíð so skjótt sum nú. Hetta er ikki bara galdandi í Føroyum, og tí hava forløg úr øllum norðurlendsku máløkjunum í felag tikið stig til kappingina og útgávuna.

Endamálið er í fyrstu syftu at fáa til vega tvær nýggjar, føroyskar stuttsøgur til ung, sum skulu við í nevnda norðurlendska stuttsøgusavnið til ung. Í savninum verða átta norðurlendsk forløg úr átta ymiskum máløkjum umboðað við einari ella tveimum stuttsøgum hvørt. Um so er, at kappingin fær góða undirtøku, fer Bókadeildin møguliga at geva út eitt savn afturat við bara upprunaføroyskum tilfari til ung. 



Treytir

Fyri at luttkaka í kappingini skal søgan vera til ung og fylla í mesta lagi 15.000 tekn. Harumframt skal søgan fara fram í okkara samtíð og hava kærleika sum høvuðsevni.

Virðislønir á 12.000 kr verða latnar einum ella tveimum vinnarum. Eik Banki letur vinningarnar. Bókmentaliga nevnd Føroya Lærarafelags er dómsnevnd og tilskilar sær rætt til onga virðisløn at lata, um ikki verður hildið, at nøkur søga er virðislønarverd.

Handritini skulu verða Bókadeild Føroya Lærarafelags í hendi í seinasta lagi mánamorgunin 1. desember kl. 9.00. Handritini skulu latast inn í afturlatnum brævbjálva, uttan at navn verður tilskilað. Høvundurin skrivar navn og bústað sín í øðrum afturlatnum brævbjálva, ið skal fylgja við handritinum. 



Skeið í skriving

Í sambandi við kappingina er ætlanin at skipa fyri skeiði í Havn í døgunum 6.til 9. februar 2009, har allir høvundar, ið verða tiknir við í útgávuna, skulu hittast saman við forleggjarum og fakfólki. Á skeiðnum fer lærari á rithøvundaskúla at halda fyrilestrar um ungdómsskaldskap, og einstøku søgurnar verða viðgjørdar og betraðar í bólkum. Hetta verður eitt gott høvi hjá skrivandi fólki at hittast og fáa íblástur og kunning um at skriva.

Bókin verður ætlandi givin út á heysti 2009. Allar søgurnar verða týddar til ymsu málini, og hon kemur út í øllum londunum samstundis. Hini forløgini eru: Milik í Grønlandi, Forlagið í Íslandi, Phabel í Danmark, Samlaget í Noregi, Davvij Girji í Sámalandi, Berghs Förlag í Svøríki og Tammi í Finnlandi.