Kapping um at skriva spøkilsissøgu fyri børn

Tíðindaskriv

Endamálið er at vera við í stórari norðurlendskari bókarútgávu við nýggjum spøkilsissøgum



Bókadeild Føroya Lærara-felags skrivar í hesum døgum út kapping um at skriva spøkilsissøgu til børn. Endamálið er at vera við í stórari norðurlendskari bókarútgávu við nýggjum spøkilsissøgum, sum hava støði í gamlari frásøgumentan. Í savninum verða 8 norðurlendsk forløg umboðað við einari ella tveimum søgum hvørt.
- Grundin til, at vit hava valt spøkilsissøgu sum evni, er, at hetta tekstslagið er nógv uppi í tíðini. Og tað er jú ikki nakað nýtt. Øll norðurlond hava drúgva siðvenju at siga frá spøkilsissøgum. Hugsa bara um ævintýrini, sum jú nógv snúgva sum um hetta at læra børn at hava tamarhald á íbornari ræðslu. Hetta er ein neyðug menning í tí at gerast vaksin, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Ætlanin er, at allir høvundarnir skulu hittast til eitt vikuskiftisskeið í Reykjavík saman við forleggjarum og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betraðar.
- Á einum slíkum skeiði hava høvundarnir høvi at hoyra fakfólk siga frá um hetta tekstslagið og hvat krevst fyri at gera eina søgu góða. Allar søgurnar verða eftirmettar og betraðar í samskifti millum høvundar og forlagsfólk. Somu forløg hava avbera góðar royndir av slíkum samstarvi, tað er bókin Ein halastjørna er komin, fullgott prógv um. Hesaferð eru samar og grøn-lendingar komin aftrat hinum seks norðurlondun-um, sigur Niels Jákup Thomsen.
Listafólk úr ymisku londunum fara at myndprýða søgurnar við litmyndum, og bókin kemur út í øllum londunum samstundis á heysti 2006.
Søgan skal vera fyri 9-12 ára gomul børn, í mesta lagi 10.000 sløg á knappaborðið. BFL letur eina ella tvær virðislønir á kr. 7.500, men tilskilar sær eisini rætt til onga virðisløn at lata, um ikki verður hildið, at nøkur søga er virðislønarverd. Handritini skulu vera Bókadeildini í hendi í seinasta lagi fríggjamorgunin 28. januar 2005 kl. 9.00.
Bókmentaliga nevnd Føroya Lærarafelags er dómsnevnd.