Seinasta hósdag legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2005. Ein av høvuðstættunum í fíggjarlógaruppskotinum hjá ABC-samgonguni er nógv umrøddi skattalættin.
Í frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið verður sagt, at samgongan raðfestir skattalættan høgt, og tí hevur landsstýrið gjørt av, at lata ein skattalætta á 60 mió. krónur komandi ár, hóast inntøkurnar í landskassanum eru fallandi.
Formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, sigur seg ikki enn hava nærlisið fíggjarlógaruppskotið, og tí ynskir hann ikki at viðgera uppskotið í síni heild.
Hann heldur hinvegin, at skattalættin hjá samgonguni er eitt greitt tekin um ein ideologiskan dyst millum borgarligar sambandssamgongur á aðrari síðuni og sjálvsstýrissamgongur á hinari síðunu, har báðir partar leggja seg eftir at minka um inntøkur landskassans.
Race to the bottom
Hermann Oskarsson ber ótta fyri, at ideologiski dysturin millum samgongur, ið skiftivís vilja skerja ríkisveitingina og skerja skattin, kann hava ein ógvuliga óstøðugan búskaparpolitikk við sær.
? Tú kanst kalla gongdina fyri eitt "Race to the bottom". Ein partur av politisku flokkunum hevur sum málsetning at minka ríkisveitingina, meðan ein annar partur vil lækka skattin. Við at kubba av ríkisveitingin ynskja sjálvsstýrissamgongur at geva skattainntøkunum í Føroyum størri týdning, meðan borgarligu samgongurnar vil lata skattalætta fyri at økja um týdning av ríkisveitingini fyri føroyska búskapin, vísir Hermann Oskarsson á.
Formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at úrslitið av hesum politikki er, at inntøkurnar hjá landskassanum støðugt minka, og at hetta førir til eitt stórt hall í almennu roknskapunum, sum aftur er við til at økja óneyðugt um skuldina hjá tí almenna.
Hann heldur at gongdin við skiftandi landsstýrum, sum øll leggja dent á at minka um inntøkurnar- antin við skattalætta ella minking av ríkisveitingini er við at máa grundarlagið undir føroyska búskapinum.
?Almennu Føroyar hava skattainntøkur og ríkisveitingina sum høvuðs inntøkukeldur. Tá samgongur skiftivís saga eitt petti av báðum greinum, tá sigur tað seg sjálvt, at tann politikkurin kann ikki áhaldandi halda fram uttan skuldin hjá tí almenna økist munandi, sigur Hermann Oskarsson
Í somu støðu
Formaðurin í Búskaparráðnum væntar, at skattalættin hjá ABC-samgonguni verður bert løtuvinningur hjá føroyska skattgjaldaranum. Hann vísir á, at samgongan megnar ikki at lata ein skattalætta á tilsamans 240 mió. krónur við bert at skerja innan fyrisiting, og tí verður eisini neyðugt hjá landsstýrinum at skerja í játtanini hjá almennum stovnum.
?Politikkarar undirmeta ofta krøvini hjá fólki um støðið á almennum tænastum. Fólk seta høg krøv til heilsuverk, skúlaverk, almannaøkið og eldraøkið, og tað vísir seg, at politikkarar kenna seg noyddar at eftirlíka hesum krøvum, sigur Hermann Oskarsson
Hann væntar ikki, at fólk fara at lata sær lynda, at tænastustøðið hjá tí almenna lækkar munandi, og tí heldur hann tað er ógvuliga trúligt, at skattatrýstið verður økt aftur.
Ymisk motiv
Hermann Oskarsson greiðir frá, at motivini hjá flokkunum í ABC-samgonguni fyri skattalættanum eru rættiliga ymisk. Hann vísir, at Javnaðarflokkurin kann grundgeva fyri, at ein skattalætti betrar um livikorini, tí einstaklingurin hevur meira pening eftir.
Fólkaflokkurin heldur skattalættin er rættur, tí so fara fólk at arbeiða meir, og harvið lata fleiri skattakrónur til landið, meðan Sambandsflokkurin heldur skattalættin er skilagóður, tí tað er frægari, at borgarin hevur peningin í sínum lumma, enn at tað almenna tekur peningin inn.