Kapping um almennan pening

ÆTLAÐU broytingarnar í lógini fyri Landsbanka Føroya eru endaðar sum ein kastibløka millum peningastovnarnar, sum tosa um ólíka kapping, og fíggjarnevndina, sum í fyrstani var so at siga púra samd, men sum nú er purrað út á frívaktini.

 

MÁLIÐ snýr seg, frá myndugleikanna síðu, um, hvør skal umsita almennu fíggjarognirnar. Landsstýrið hevur við uppskotinum sagt, at tað skal landsbankin gera, men peningastovnarnir vilja eisini fegnir gera tað.

ÆTLAÐU broytingarnar í lógini fyri Landsbanka Føroya eru endaðar sum ein kastibløka millum peningastovnarnar, sum tosa um ólíka kapping, og fíggjarnevndina, sum í fyrstani var so at siga púra samd, men sum nú er purrað út á frívaktini.


MÁLIÐ snýr seg, frá myndugleikanna síðu, um, hvør skal umsita almennu fíggjarognirnar. Landsstýrið hevur við uppskotinum sagt, at tað skal landsbankin gera, men peningastovnarnir vilja eisini fegnir gera tað.


STØÐAN er í løtuni tann, at landsbankin umsitur fíggjarognirnar hjá landskassanum. Hetta verður gjørt eftir marknaðartreytum og á tann hátt ger bankin av hvussu stórur partur av peningunum skal vera í føroyska samfelagnum og hvussu stórur partur skal plaserast uttanlands. Verða broytingarnar samtyktar og tekur landsstýrið neyðugu avgerðirnar, so fær landsbankin eisini atgongd til at umsita gjaldføri hjá almennum stovnum, sum í løtuni liggur hjá peningastovnunum.


VINNUR uppskotið frama, er avleiðingin fyri peningastovnarnar, at teir, skulu bjóða upp á innlánini. Tað merkir, at peningastovnarnir skulu kappast móti hvør øðrum fyri at útvega sær sjálvum innlán og tað er ein stór broyting. Tað merkir, at peningastovnarnir skulu bjóða kundunum betri rentu og tað merkir aftur, at kostnaðurin hjá peningastovnum hækkar. Sum støðan er í dag, er eingin kapping um henda pening og tað er heldur eingin miðsavnað stýring av almenna gjaldførinum.


MYNDUGLEIKARNIR hava mett tað vera neyðugt at gera eina miðsavnaða fíggjarognarstýring, fyri at fáa eina betri samlaða stýring og eitt betri avkast. Samstundis verður lættari hjá myndugleikunum at halda eftirlit við, hvat almenna gjaldføri verður brúkt til, og havandi gongdina í áttati-árunum í huga, er tað ikki so torført at skilja.


SUM tað kom fram í Krosskasti mikukvøldið, so snýr broytingin seg eisini um at seta á stovn ein virðisbrævamarknað. Hesum hevur landsstýrið arbeitt við í longri tíð, men hóast peningastovnarnir hava staðfest, at tað er politiskur vilji fyri virðisbrævamarknaðinum, so er ikki vist, at teir eru so fegnir fyri at hann kemur. Eydnast virðisbrævamarknaðurin, er kappingarstøðan á útlánsmarknaðinum ein onnur enn hon er í dag, og tað merkir, at peningastovnarnir ikki av sær sjálvum fáa allar lántakarar sum kundar. Tá kunnu tey, sum hava neyðugt kreditvirði bjóða út virðisbrøv til keyps á marknaðinum. Somuleiðis fáa íleggjararnir eitt alternativ, tí ístaðin fyri at seta peningin á bók ber til at keypa sær virðisbrøv.


HESUM eru føroysku peningastovnarnir eftir øllum at døma bangnir fyri og tí berjast teir í móti við hond og fót.


STØÐAN er tann, at tað snýr seg ikki um at taka frá peningastovnunum bara fyri at taka, men fyri at geva føroyska samfelagnum fleiri møguleikar og betri avkast, samstundis, sum stýringin av fíggjarognum landsins verður miðsavnað, og tað áttu peningastovnarnir eisini dugað at skilt.