Kapping og søga

­ Eg fari at taka nakað av tí søguliga fram og eisini komi eg nakað inn á kappingar, sigur Kári P. Højgaard, býráðslimur, sum skal seta Skálafjarðastevnuna

Tað verður Kári P. Højgaard, býráðslimur, ið fer at seta Skálafjarðastevnuna 1998. Sjálvur er hann ikki komin so langt við fyrireikingunum enn, men nakrar hugsanir hevur hann kortini gjørt sær, um hvat hann skal siga í setanarrøðuni.

­ Eg havi hugsað at komið nakað inn á tað søguliga. Hvussu tað var kappast fyrr og so samanlíkna tað við kappingina nú á døgum.

­ Eg havi eisini hugsað um, at nevnt nakað um stevnuna og kanska nakað um býin og kommununa eisini. Men tað mesta verður innan tað ítróttarliga.


Stevnan verður sett leygardagin kl. 14. Ítróttarfólk, fimleikarar, skótar og Nes Sóknar Mussikfelag ganga skrúðgongu frá Deild C út á tivoliøkið norðan fyri Ítróttarhøllina.