Klokkan trý seinnapartin verður sjøtul settur á 6. umfar í Vodafone deildini. Talan verður um grannauppgerð við Løkin í Runavík, har Víkingur fer at vitja.
Hjá bæði NSÍ og Víkingi var talan um vónbrot í 5. umfari. NSÍ, sum framvegis er oddalið, var favorittur, men megnaði ikki meiri enn 2-2 á heimavølli ímóti toftamonnum, og Víkingur var ikki sannførandi, tá ið liðið legði rygg til 2-0 tap á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Víkingur er fýra stig aftanfyri NSÍ, og um heimaliðið fær fult seinnapartin, so verður gloppið frá víkingum og fram til toppin sjey stig.
Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Hans Jørgen Djurhuus er við aftur, eftir at hann var leikbannaður mánakvøldið, og Andreas Lava Olsen er tøkur aftur, eftir at hann mánakvøldið noyddist av vøllinum, tí hann hevði fingið snudd í lærið.
Hjá NSÍ eru allir tøkir uttan Øssur Dalbúð, sum hevur verið skaddur tvær tær seinastu vikurnar.
Meinhard Joensen hevur vart NSÍ málið higartil í ár, og hann verður eisini millum stólparnar í dag. Men nú er rættulig kapping um málverjuplássið í Runavík. Tórður Thomsen, sum var málverji í fjør, hevur vant við í vár, og nú hevur hann gjørt avtalu við felagið.
NSÍ-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
NSÍ 11
HB og B36 10
EB/Streymur 9
Víkingur og AB 7
ÍF 6
B68 og 07 Vestur 4
KÍ 2