Kapping í luftini

Oddagrein

So kom tað loksins. Nýggja føroyska flogfelagið, ið fer at taka kappingina upp við hitt føroyska flogfelagið, Atlantsflog. Við stovnanini av FaroeJet hava vit nú brádliga tvey føroysk flogfeløg, sum skulu kappast um at veita tænastur á rutunum millum Føroyar og útlandið.

Mong høvdu annars væntað, at tað fór at verða eitt útlendskt felag, sum legði seg út í kappingina. Tann møguleikin er so enn til staðar. Men kann endin gerast, at tá tað longu eru tvey feløg á rutuni, tá útlendsk feløg frítt kunnu flúgva uppá Føroyar frá 2007, tá er ikki pláss fyri einum aftrat?

Tað er ikki sørt ein feril av lagnunnar speisemi, nú Atlantsflog endaði í somu støðu sum "erkafíggindin" Mærsk hevði alla ta fyrstu tíðina á Føroyarutuni, nevniliga eini monopolstøðu. Tað var ein kærkomin stórhending, tá monopolið hjá Mærsk varð brotið og kapping kom. Føroyska flogfelagið varð sera væl móttikið, og kappingin hevði eisini við sær, at tænastan bleiv betri. Endin varð so, at danska flogfelagið gav skarvin yvir, tí kappingarneytin fekk so stóra undirtøku. Og endin varð tann, at vit fóru aftur til byrjanina - við einum flogfelag.

Føroyingar tóku Atlantsflog til sín sum sítt egna barn, tá tað syrgdi fyri at bróta monopolið. Men hvør kundi vitað, at hetta skuldi enda við, at vit ístaðin fyri eitt danskt monopol fingu eitt føroyskt monopol! Hetta er so ikki nakað, sum vit kunnu lasta Atlantsflog fyri, tí gongdin á marknaðinum lagaði hetta so.

Síðani Atlantsflog einsamalt fór at reka ruturnar millum Føroyar og útlandið hava røddir verið frammi um, at tænastan aftur er versnað. Nakað, sum næstan sigur seg sjálvt, tá eingin kappingarneyti er at sammeta seg við og kappast við. Atlantsflog hevur tó ment seg nógv sum flogfelag út frá stóru avbjóðingunum, sum hava verið, bæði tá Mærsk var á marknaðinum, og nú tað hevur verið einsamalt. Men einki stendur í stað. Broytingar og nýggjar avbjóðingar eru partur av allari samfelagstilgongdini, eisini á flogøkinum.

Nú er so fyrsti kappingarneytin komin á banan, og hann er føroyskur. Vit bjóða FaroeJet vælkomnum og vóna, at vit við hesum útviklingi fáa eina sunna og góða kapping, har tað verður pláss fyri báðum teimum føroysku flogfeløgunum. Um tað hevði verið betri fyri brúkaran við einum stórum útlendskum kappingarneyta skulu vit ikki gera okkum klók uppá. FaroeJet er so komið á banan, og um tað er komið fyri at verða, vil tíðin vísa. Og tíðin fer eisini at vísa, um hesi bæði føroysku flogfeløgini við tíðini fara at fáa kapping úr útlandinum eisini.

Sosialurin