Atli Hansen, Gøtu
Kapping gongur ofta upp á prís ella góðsku av tænastu ella bæði. Um ein útbjóðari av tænastum (t.d. flúgving millum Føroyar og útheimin) er einsamallur á økinum og ein kappingarneyti kemur afturat, so veksur samlaða útboði av tænastum til gagn fyri borgaran. Tað er rætt. Um nú báðir útbjóðarnir fara at kappast yvir prísin og tað gongur so harðliga fyri seg, at báðir fara um koll, hvat so? Her førdi kappingin við sær, at øll tænastan fall burtur og vit standa eftir við ongari flúgving. Hvussu gott var hetta fyri borgaran? Hvar er logikkurin nú? Og hvat kemur burtur úr øskuni? Eitt útlendskt felag.
Hetta kemur mær fyri at vera kjarnin í málinum um føroyaflúgvingina í dag.
Ein dugnalig leiðsla í okkara flogfelag Atlantic Airways hevur skilagott brúkt undanvindin seinastu 10 árini at byggja upp eitt eftir okkara viðurskiftum stórt, sterkt og væl virkandi felag til at røkja sambandi við útheimin. Felagið tykist at vera væl rikið og at hava eina skilagóða ætlan fyri vøkstri. Felagið hevur bygt upp so nógvar farleiðir og við einum sovornum týttleika, at føroyingar kenna seg væl fyri tá í teir skulu út í heim at ferðast.
Onkuntíð verður ferðaseðilin hildin at vera í so dýrur, men í sama andadrátti verður ofta tikið til, hvussu góð tænastan í okkara flogfelag er. Og hetta hongur saman við m.a. prísin. Men ein høgur prísur hevur eisini havt eitt annað endamál og tað er at tryggja okkum eitt fíggjarliga sterkt felag, nú kappingin um føroyaflúgvingina verður givin leys komandi ár. Ætla vit okkum eitt føroyskt felag sum ein av útbjóðarunum av flogtænastum framyvir, so má tað vera eitt felag sum hevur styrkina at kappast við fremmandar útbjóðarar. Ein eginpeningur upp á kr. 137 mió. er góð lopfjøl at dystast frá. Hesin eigur ikki at verða tardur upp við innanhýsis kapping.
Eitt nýtt felag hevur nú tikið kappingina upp við Atlantic Airways, men hevur ikki havt ta neyðugu undirtøkuna millum fólk ella hjá tí almenna. Nógv hevur verið tosað um illa valda byrjan, jánkasliga marknaðarføring og óhepnar fráboðanir um vánaligu gongdina. Og tað er helst rætt.
Men tá íð felagið nú fer út alment – sum í sjónvarpinum í gjárkvøldi – og leggur eftir kappingarneytanum fyri at brúka skitin amboð, so dettur hetta aftur á nevndarformannin. FaroeJet hevði fulla vitan um treytirnar frá tí almenna, áðrenn teir fóru inn í hetta. At teir eisini kundu rokna við at fáa at vita frammanundan, hvat íð kappingarneytin fór at gera er naivt at halda. Boðberin hjá FaroeJet í sjónvarpinum var ikki álitisvekjandi. Bert álop á kappingarneyta og tað almenna. Eingin visión, eingin argumentatión fyri hví vit skulu hava kapping á økinum. Eingin sannføring um, hví eg skuldi flúgva við FaroeJet. Kanska bert fyri kappingina skyld?
At Atlantic Airways hevur svarað við at seta prísir niður fyri at verja sín marknaðarpart er bert natúrligt – eisini um tað skuldi ført til eitt undirskot eitt ár ella tvey. Verandi marknaðarpartur skal vera støði undir eini langtíðarætlan, sum tryggjar føroyingum eitt sterkt flogfelag langt inn í framtíðina eisini. Her er nógv bygt upp, sum ikki má sindrast. Og tað má kosta tað tað kostar at verja hetta eina tíð.
Um eg skilti sjónvarpssendingina rætt í gjárkvøldi, so helt nevndarformaðurin í FaroeJet, at Atlantsflog nýtti sína støðu sum tann sterkari parturin á ólógligan hátt. Hann helt at báðir partar skuldu verið samdir um at hildið prísin sum hann var. Hetta kallar man kartell og tað er í hvussu so er ólógligt.
Eg gangi inn fyri kapping, men ikki fyri ein hvønn prís á øllum økjum. Og eg haldi, at vit her hava eitt øki, hvar vit ikki treytaleyst skulu hava kapping. Her drenar kappingin tvey føroysk feløg í senn – helst bert til fyrimuns fyri útlendsk feløg ið ætla sær inn á føroysku farleiðina. Eg leggi einki í at fáa eina ferð til Danmark í dag fyri hálvan prís og ikki sleppa heimaftur í morgin tí felagið fór á heysin um náttina.
Tað fyrsta vit spyrja um er, um tað verður flogið – ikki bert í morgin ella næstu viku, men langt út í framtíðina, hvussu ofta um dagin ella vikuna og nær á degnum og síðani um um prísin – ikki øvugt.
Mín niðurstøða er tí tann, at føroyingar eiga at standa saman um at fáa e i t t so sterkt flogfelag sum gjørligt, sum er ført fyri at taka kappingina upp við tey stóru útlendsku feløgini komandi árini. Vit skulu flúgva inn í framtíðina við e i n u m stórum og sterkum fugli í staðin fyri við tveimum skerdum.
Tað hevði tí eisini verið skilagott áðrenn nakar bløðir út, at lati tað runnið saman millum bæði feløgini. Við at lagt tað besta saman úr báðum feløgunum kundi ein kanska rokna við at fingið okkurt uppaftur betri burtur úr.
Eg ynski tykkum alla eydnu við tílíkum royndum.










