Tónleikakappingar eru væl kendar her á landi. Men nú verður skipað fyri eini nýggjari kapping fyri ung, sum spæla klassiskan tónleik.
Kappingin hevur fingið heitið Stella Polaris og tað er Musikkskúlin, sum skipar fyri og endamálið er at slóða fyri, at evnaríkir ungir føroyingar, sum spæla klassiskan tónleik, fáa høvi at mennast.
Aldursmarkið er 24 ár og tann fyrsta Stella Polaris kappingin verður í Norðurlandahúsinum tann 28. februar og 1. mars og annars er ætlanin, at kappingin skal verða á hvørjum ári.
Tilmeldingin er beint eftir nýggjár og Malan Thomsen, forkvinna í Musikkskúlanevndini, sigur, at endamálið er at geva eitt íkast til føroyska mentanarlívið.
- Endamálið er eisini at stimbra áhugan hjá ungum fyri klassiskum tónleiki, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd hjá øðrum ungum, umframt, sum heild, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd, sigur Malan Thomsen.
Í Kappingini verður tað ein dómsnevnd við fimm limum, sum fer at taka dagar ímillum tey, sum kappast og formaður í dómsnevndini er John Wallace, víðagitin tónleikari, professari og stjóri á Royal Conservatoire of Scotland.
Vinnarin av Stella Polaris kappingini fær 25.000 krónur í virðisløn, umframt heiðurin verða solistur á eini konsert við Føroya Symfoniorkestri. Onnur virðisløn er 10.000 krónur 3. virðisløn er 5.000 krónur.
|










