Góð 300 virki hava skift til Kall, og tað sigur ikki so lítið. Kall hevur ment seg bæði á fastnet- og fartelefon-økinum, og í næstum verður eisini farið at bjóða fast ADSL-samband til inter-netið
Tann lítli fiskurin noyðist altíð at flyta seg. Hann noyðist at vera kvikari, snildari og smidligari. Annars etur stóri fiskurin hann. Soleiðis er kapping. Eisini á teleøkinum. Kall noyðist alla tíð at røra seg, at kvika sær og vera vinarligari.
Kall setti beinanvegin tænastuna í miðdepilin, tá ið farið varð til verka. Tað er stuttur vegur millum kundan og Kall, og virkini hava sín persónliga virkisrøktara. Tí hava so nógv virki valt at skifta. Síðan politiski myndugleikin skipaði soleiðis fyri, at einkarætturin varð tikin av, eru góð 300 virki vorðin kundar hjá Kalli, og pláss er fyri fleiri.
Tað skerst ikki burtur, at síðan kapping kom í, eru útreiðslurnar sum heild minkaðar á telefonnýtslu. Men Kall bjóðar ikki bara lægri prís. Góðskan er dygdargóð, og tænastutilboðini eru mong, er greiði boðskapurin av Óðinshædd, har Kall hevur høvuðssæti.
Kall bjóðar sum er bæði ISDN og analogt samband til internetið. Næsta stigið verður at bjóða fast samband við ADSL-tøkni. Tað fer at økja ferðina og kapasitetin munandi, og tryggleikin verður munandi størri. Tøkniligi parturin av fyrireikingunum er í gongd, og helst verður fast internetsamband bjóðað kundunum einaferð seinni í ár. Nýggi FARICE-kaðalin gevur stórar møguleikar, sum Kall eisini fer at gera sær dælt av. Á KT-stevnuni fer Kall at vísa, hvørjar ætlanir og hvørji tilboð verða, tá ið ADSL eisini verður ein partur av útboðnum hjá Kalli.
Á KT2004 fer Kall eisini at sýna fram alt tað nýggjasta innan fartelefoni og víst verður, hvørjar tænastur Kall hevur at bjóða á økinum. Tað er ein sannroynd, at síðan Kall kom á marknaðin og fór at bjóða tænastur við fartelefonum, er prísurin nógv lækkaður og nógv fleiri tænastur eru í boði enn áður.
14 fólk starvast á Kalli, sum fór at bjóða tænastur í 2001. Tað hevur eydnast at fingið tann stóra kappingarneytan at fylgja aftaná, so hvørt nýggj tilboð eru bjóðað fram. Kall setti prísirnar niður, bjóðaði ókeypis internet og postkassar, og kappingarneytin fylgdi aftaná. Kall fór undir at bjóða Vinarkall, og seinni komu líknandi skipanir undan kavi.
Soleiðis er tað. Tann lítli fiskurin fær tann stóra fiskin at svimja skjótari. Tann lítli fiskurin finnur upp á ráð, og tann stóri fiskurin kemur í form. Vinnarin er kundin.
Stovnað: 1999
Starvsfólk: 14
Stjóri: Bjarni Askham Bjarnason
Virksemi: Telefontænastur og internet