Kappast um Pulitzer

Pulitzer-virðislønirnar, sum verða lætnar fyri serlig góð avrik í fjølmiðlaheiminum, eru ein tann størsti heiðurin, sum amerikanskir myndamenn og journalistar kunnu fáa. Myndin omanfyri er ein av myndunum, sum er við í finaluni til at gera besta tíðindamyndin í 2006. Tað er fotografurin Kevork Djansezian, sum starvast fyri AP, ið hevur tikið myndina. Hon er av tveimum monnum í Berut, sum hyggja eftir einari talu hjá milits-leiðaranum Hassan Nasrallah, meðan eldur er í tveimum støðum í býnum eftir álop frá ísraelska herinum.