Dystirnir seinasta vikuskiftið lagaðu seg soleiðis, at FM-finalistarnir blivu funnir longu áðrenn seinasta umfar. Sjálvt um VÍF tapti í sínum dysti ímóti Neistanum, so blivu teir allíkavæl klárir til finaluna, tí bæði StÍF og KÍF msitu stig í sínum dystum. Eisini Kyndil bleiv klárt til finaluna við sínum sigri á StÍF.
Júst VÍF og Kyndil møtast eisini í seinasta umfarinum av landskappingini, og her fáa fólk møguliga eina ábending um, hvat tey kunnu vænta av finaluni. Ikki tí. Tað kann væl hugsast, at liðini fara at spara onkrar av leikarunum til henda dystin, soleiðis at hesir vera væl fyri til finaludystirnar.
VÍF og Kyndil møttust eisini í finaluni seinasta kappingarár, og tá dró Kyndil longra stráðið. So er spurningurin, um VÍF fer at basa grøna havnarliðnum hesuferð. VÍF hevur í øllum førum verið oddalið í at kalla alt kappingarárið, so teir eru helst smáir favorittar undan dystunum.