Mangan hevur verið ført fram, at føroyingar hava ein klassiskan trupulleika, tá tað kemur til ferðamannaskip, sum kom í havn sunnudagar. Hetta tí at upp og afturlatingartíðirnar gera, at tað ikki er loyvt at hava opið sunnumorgnar. Men spurningurin um undantøk tykist at verða oftari og oftari uppi at venda um summarið, tá ferðafólkatalið er upp á tað hægsta. Og ein annar spurningur er eisini, um tað veruliga er upp og afturlatingartíðirnar, sum eru trupulleikin og ikki samstarv innanhýsis í Føroyum millum tey, sum hava við ferðafólkini at gera.
Seinasta sunnumorgun kom tað størsta ferðamannaskipið í ár á Havnina. Luksusferðamannaskipið Crystal Symfony. Umborð vóru amerikonsk ferðafólk, sum løgdu nakað av peningi eftir sær í Føroyum. Men so er ikki altíð, tí ofta er so lítið av tíð, at tað heldur verður eitt stríð millum tey, sum fáast við útferðir og tey, sum hava handlar, um ferðafólkini.
Selja nógv
Hendan sunnumorgunin hevði tað tó eydnast Kunningarstovuni í Havn at bera so í bandi, at nakrir handlar høvdu opið. Ein av handlunum, sum hevði opið, var Skipshandilin. Og tey lata væl at søluni hendan dagin.
? Her var nógv fólk inni á gólvinum, og vit seldu nógv, verður sagt frá Skipshandlinum.
Ester Magnusson í Skipshandlinum hevur hug at fílast eitt sindur inn á tilrættisleggingina av tílíkum stuttum steðgum hjá ferðafólki við ferðamannaskipunum. Hon vísir á, at meðan vit tosa, liggur eitt stórt ferðamannaskip beint uttan fyri molan, men hon hevur ikki sæð eitt menniskja frá tí inni í handlinum. Hetta sigur hon kemur av, at tað ikki er tíð til tað.
? Hetta er bert til bussferðir, og tíðin er so knøpp, at tað ikki eru stundir til, at bussurin steðgar eina løtu uttan fyri handlarnar í Havn og harvið geva ferðafólkunum ein møguleika til at keypa. Og tað er stórt spell, sigur hon. Hon heldur, at tað átti at verðið betur tilrættislagt hjá hesum ferðafólkunum, soleiðis at tey kundu fáa tíð til at keypa eisini, meðan tey eru í landi.
Skipshandilin hevur enntá roynt at havt sølubúð á molanum ella á Bursatanga, men sjálvt ikki har hava ferðafólkini havt so frætt av tíð, áðrenn tey skula í bussin, at tey hava kunnað keypt nakað serligt.
Og tað harmast Ester um. Hon sigur, at tað er skjótt at selja eitt sindur, so um shopping varð raðfest eitt sindur hægri hjá teimum, sum tilrættisleggja útferðartúrarnar, so høvdu fleiri handlar í Havn fingið eitt gott íkast av hesum.
Hon heldur, at ein útferðarbussur átti at steðgað nakrar ferðir, meðan hann koyrir
ígjøgnum Havnina og harvið givið ferðafólkunum høvi til at fara at keypa.
30 skip um árið
Jóhan Mortensen, sum hevur ta uppgávuna at skipa fyri, at tílík skip koma til kei, vísir á, at tað koma 30 skip til Havnar í ár, og at talið verður tað sama komandi ár. Hann heldur, at vit kundu gjørt nógv meira við at fingið meira burturúr hesum ferðafólkunum og harvið marknaðarført Føroyar betur og meira sum eitt ferðamannaland.
Hann hevur fleiri hugskot um, hvat kundi havt verðið gjørt. Millum annað vísir hann á, at Føroyar eru jú ein fiskivinnutjóð, men tað sást ikki væl aftur á mat skráunum hjá teimum ymsu matstovunum.
? Ferðavinnan haltar eitt sindur her, serliga tá tað kemur til hendan partin av ferðavinnuni. Til dømis sunnudagin høvdu við ein upplagdan møguleika til at vinna pening burtur úr ferðafólkum, sum vilja brúka pening, sigur hann og leggur samstundis dent á, hvussu týdningarmikið tað er, tí tað eru ikki øll ferðafólk, sum leggja pening eftir sær í Føroyum. Tí ræður um at vera úti um seg, tá tað kemur til tey meiri múgvandi ferðafólkini.
Aðrar møguleikar
Sostatt kann staðfestast út frá hesum, at tað ikki altíð liggur so væl fyri hjá føroyingum at vinna pening burtur úr ferðafólkum. Men tað má sigast at vera spell ? serliga tá talan er um tilrættislegging, sum kundi verðið gjørd betur.
Jóhan Mortensen heldur, at Føroyar kundu gjørt tað so nógv betur, tá tað kemur til ferðavinnuna á so mongum økjum. Eitt er tann vakra og stórsligna náttúran, men so eru so sanniliga eisini aðrir møguleikar, heldur hann. Til dømis at bjóða ferðafólkunum meira fisk og aðrar føroyskt framleiddar vørur. Á tann hátt marknaðarføra føroyingar eisini betur okkara egnu vøru. Og so aðrar tænastu eisini.
Jóhan rósar hinvegin millum annað tænastum sum til dømis tannlækna ella lækna.
Hann sigur, at tá tílík ferðamannaskip koma inn, vísir tað seg ofta at vera eitthvørt, sum bagir onkrum, og ein má undir læknahond. Og tann skipanin er stak professionell, sambært Jóhan Mortensen.
Hann greiðir at enda frá einum tilburði í sambandi við eitt annað ferðamannaskip, har skipanin við bráðfeingishjálp virkaði til fulnar.
Eitt ferðamannaskip lá uttanfyri molan. Og so hendi tann vanlukkan, at ein maður fekk hjartaslag umborð. Jóhan greiðir frá, at tað bert gingu 14 minuttir frá tí, at Landssjúkrahúsið fekk boðini, til maðurin kom undir skurð. Lívið hjá honum varð bjargað.
? Allar tænastur av slíkum slagi eiga rós uppiborið. Og eisini tá tað kemur til at fáa eitt skip til kei. Tað virkar alt, sum tað skal, so vit kunnu ikki siga annað enn, at Føroyar hava nógvar veldugar møguleikar til at menna seg sum ferðamannaland. Vit eru komin nógv longri, men enn halta vit fleiristaðnis, sigur Jóhan Mortensen at enda.