Í løtuni liggur Dráttur á triðja plássið trý stig frammanfyri KÍF, so hesi bæði liðini liggja og kappast um bronsuna. Bæði Dráttur og KÍF hava tó bert tveir dystir eftir at spæla, so um KÍF skal gera sær nakrar vónir um at fáa heiðursmerkir í ár, so skal dysturin ímóti Drátti vinnast. Dráttur hevur tó eisini møguleika at koma enn longur upp eftir stigatalvuni, men tað krevur, at tær vinna báðar dystirnar, sum eftir eru. Dysturin millum Drátt og KÍF verður sunnudagin kl. 14.