Kappast á Tvøroyri um vikuskitftið

Borðtennis: Kappingarárið hjá borðtennisleikarunum endar vikuskiftið 27- 28. marts tá kappast verður í høllini á Hálsi. Hetta vikuskiftið fara tey at kappast í høllini á Tvøroyri

Komandi vikuskiftið fara meginparturin av teimum yngru borðtennisleikarunum í landinum til Tvøroyrar at kappast.

Kappingin verður í høllini í Trongisvági leygardagin og sunnudagin og tá liðugt er væntar Borðtennissambandið, at meistararnir í aldursbólkunum pinkur, piltar, smápiltar, smágentur, dreingir og gentur eru funnir.

Av tí at BTSF væntar, at nógvir luttakarar verða, so ætlar sambandið at býta kappingina soleiðis upp, at fýra teir yngstu aldursbólkarnir kappast leygardagin, meðan teir báðir elstu, dreingir og gentur, fara at kappast sunnudagin

Upprunaliga var ætlanin hjá BTSF, at kappingin skuldi fara fram í sjálvari ítróttarhøllini, men av tí at Regin Vágadal og aðrir sterkir menn skuldu til Trongisvágs sama dag, var sambandið so »large«, at lata teimum høllina.

Tí verða kappingarnar hjá BTSF í skúlahøllini, ella í »skúlagarðinum«, sum tey siga í Trongisvági.

Umframt kappingina í ein- og tvímansleiki verður eisini kappast um FM heitið í blandaðum tvímansleiki í Trongisvági í aldursbólkinum upp til 14 ár.


FM fyri vaksin

Tá hetta tiltakið er farið afturum, hevur BTSF bert eittans tiltak eftir í vetur og er tað FM-kappingin fyri vaksin, sum verður í høllini á Hálsi um tvær vikur.

Kappingin verður fyri allar leikarar eldri enn 16 ár, og tað merkir, at tað verður kappast í bólkunum: mans- og kvinnuunglingar, meðaldeild og meistaradeildini bæði fyri kvinnur og menn. Eisini verður skipað- fyri tveimum blandaðum kappingum. Eini fyri tey millum 14 og 18 ár og eini fyri tey, sum eru eldri enn 18.