Hósvík: Hóast kappróðurin man vera hann, sum hevur størstan áhuga í sambandi við stevnuna, so verður eisini skipað fyri øðrum kappingum á sjónum um vikuskiftið.
Seinnapartin sunnudagin verður nevniliga skipað fyri kappsigling. Tey, ið hava áhuga at verða við, kunnu melda bátar sínar til hjá Kristiani Hansen og Agnari Olsen í Hósvík.
Kappsiglingin byrjar sunnudagin kl. 15 og verða bátarnir bidnir um at møta ein tíma áðrenn.