Kappast í Reykjavík

Hetta vikuskiftið luttaka níggju føroyskir borðtennisspælarar í Arctic Open í Reykjavík. Hetta er ein millumtjóða kapping ímillum Føroyar, Ísland og Grønland.


Kappingin fór av bakkastokki í dag, og heldur áfram til týsdagin. Dystast verður fyrst í liðkapping, og seinni í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.


Leikararnir, sum umboða Føroyar, eru hesir:


Menn

Hallur Thorsteinsson, Amager BTK

Fróði F. Jensen, Amager BTK

Pætur Albinus, Tór

Eyðun F. Ellendersen, SISU-MBK

Knútur Jóannesarson, Tór

Sveinur M. Nolsøe, Tór


Kvinnur

Durita F. Jensen, Tór

Anna Mikkjalsdóttir, TBF

Maria Albinus, Purkan