Sunnudagin skipar Føroya Triathlonfelag fyri kappin á olympiska teininum. Her verður fyrst svomið 1500 metrar. Síðani verða 40 km súkklaðir, áðrenn talan at enda verður um 10 km renning. Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað verður frá svimjihøllini til Kaldbak, til Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbak og so til Havnar. Á Hvítanesvegnum, við Plantusøluna verður skift í renniskjógvar. Teinurin frá Plantusøluni til Eik banka Yviri við Strond skal síðan rennast tvær ferðir. Málið er við Plantusøluna.









