Kappast landið við tað privata?

Johan Dahl, lands­stýr­is­mað­ur í vinnumálum, skal greiða frá, um almennir peng­ar verða brúktir upp á at kappast við privatu flutn­ings­vinnuna

Málið snýr seg um ein ser­bygdan síðulyftara, sum Strand­ferðslan keypti til fisk­a­flutn­ing millum Hvalba og Tvør­oyri. Vognurin var ser­bygdur til at kunna flyta bingj­ur gjøgnum tronga Hval­bi­ar­tunn­il­in.

Bjarni Djur­holm vil hava lands­stýr­is­mann­in at greiða frá, um Strand­ferðsl­an er farin undir ser­flut­n­ing av maskinum við síðu­lyft­ar­anum, sum keyptur varð at flyta fisk millum Hvalba og Tvø­r­oyri. Hann spyr eisini, um Strand­ferðsl­an á­tek­ur sær at hava serflutning við síðulyftaranum fyri Landsverk. Hann spyr, hvørjar uppgávur Strand­ferðsl­an annars átekur sær við síðulyftaranum, hvussu stór gjøldini eru fyri síðu­lyft­aran, tá hann flytir mask­inur fyri Landsverk. Hvør kostnaðurin er fyri at leiga síðulyftaran í samsvari við veruliga kostnaðin fyri tæn­ast­una, íroknað av­skriv­ing­ar v. m.?

Hann vil vita, hvussu gjøldini verða roknað út, um flutningsarbeiðini hava verið boðin út millum privatar o. s. fr.

Bjarni Djurholm heldur, at kunnu privatar fyritøkur í Suðri ikki taka á ser­flutn­ing, er tað kunnugt, at flut­n­ings­fyr­i­tøk­ur norðanfjørðs væl klára at taka á seg nevnda flutning.

– Tað er tí at undrast á, at Strandferðslan heitir á annan al­menna stovn at átaka sær upp­gáv­ur, sum sjálvsagt fyrst áttu at verið bodnar út til priv­at vinnurekani at bjóða upp­á. Vinnurekandi, sum liva av at veita tænastur fyri tann kostnað, sum veruliga stendst av flutninginum, sig­ur løgtingsmaðurin.

Hann vísir á, at upp ímóti hesum veruleika eru tveir a­l­menn­ir stovnar nú farnir at veita hvørjum øðrum tæn­ast­­ur fyri gjald, sum vónandi er í samljóði við veruliga kostn­aðin.

– Um ikki, verða al­menn­ir pengar brúktir til kapp­ing­ar­av­lagandi virksemi, sum pol­itiska skipanin í ára­vís hevur virkað fyri at kom­ið burturúr, sigur Bjarni Djur­holm, ið hevur sett Johan Dahl hesar spurningar sum ein grein 52 spurning, sum lands­­stýr­is­mað­ur­in skal svara skriv­liga.