Skjótisamband Føroya skipar hetta vikuskifti fyri FM í trap á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum - niðanfyri á Hjalla. Roknað verður við, at 12 skjúttar taka lut.
Leygardagin verða innleiðandi umførini skotin. Tá verður skotið tríggjar ferðir 25 dúgvur. Sunnudagin verða skotin tvey umfør á 25 dúgvur umframt finaluumfarið.
Leygardagin verður byrjað klokkan 9, meðan fyrstu skotini sunnudagin verða latin av klokkan 12.