Kappast í estetiskum fimleiki á Kambsdali

Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í dag í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í dag í ítróttarhøllini á Kambsdali.

 

Kappingin var annars ásett at vera í gjár, men fríggjadagin gjørdu fyrireikararnir av at útseta kappingina til í dag vegna veður.

 

Tað verða 23 lið, sum fara at kappast – og hava meldað til luttøku. Bólkarnir verða pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

 

Feløgini, sum hava meldað til, eru:

Flog 1 lið

Støkk 7 lið

Ljósið 6 lið

Havnar Fimleikafelag 9 lið.

 

Kappingin byrjar klokkan 12 við pinkum og smágentum. Eftir heiðursmerkjahandan áleið klokkan 14.30 heldur kappingin fram við gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.