Kappast í hálvum ironman

Sunnudagin skipar Føroya Triathlon felag fyri triatlon kapping. Talan er um hálvan ironman teinin, sum er 1900 metrar svimjing, 90 kilometrar súkkling og 21 kilometrar renning.

 

Svomið verður í svimjihøllini í Gundadali, síðani verður súkklað úr Havn norður um Norðskála og so aftur til høvuðsstaðin. At enda verður runnið frá Plantusøluni í Hoydølum til Eik Yviri við Strond og aftur fýra ferðir.

 

Møtt verður við svimjihøllina í Gundadali kl 12.

 

Tilmelding fer fram, við at senda navn til gudmundur1@live.dk

 

Tilmeldingin skal vera móttikin í seinasta lagi leygardagin 20.august áðrenn kl 15.00.