Kappast í estetiskum fimleiki á Kambsdali

Í dag verður seinna steypakapping í estetiskum fimleiki í Ítróttarhøllini á Kambsdali

 

25 lið verða við til hesa kapping, fimm lið við pinkum, sjey lið við smágentum, seks lið við gentum, trý lið við kvinnuunglingum, fýra lið við kvinnum frá feløgum Flog, Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag.

 

Kappingin byrjar klokkan 13.00 við pinkum, smágentum og gentum, síðani verður heiðursmerkja- og steypahandan fyri tær, og kappingin heldur á fram við kvinnuunglingum og kvinnum.

 

Spenningurin er sera stórur, tí til fyrru kapping vóru fleiri lið sera tøtt , og óiva hava øll lið vant miðvíst og fingið fínpussað seriuna frá fyrru kapping. Einki er tí avgjørt frammanundan.

 

Steypið verður givið fyri besta úrslitið samanlagt frá fyrru kapping og úrslitið frá hesari kappingini.

 

11 dómarar døma til kappingina.