Kappast í estetiskum fimleiki í dag

Í dag skipar Føroya Fimleikasamband fyri fyrru steypakappingini í estetiskum fimleiki. Kappinin er í Ítróttarhøllin í Runavík og bryjar klokkan 13

 

23 lið hava meldað til kappingina við pinkum, smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum. Tað verða bæði a og b lið við, men øll liðini luttaka á sama støði.

 

Feløgini sum luttaka verða eru Støkk av Glyvrum, Flog úr Fuglafirði, Ljósið og Havnar Fimleikafelag úr Havn.

 

– Kappingin verður bara í dag. Hetta fara vit at royna, sjálvt um nógv lið luttaka, sigur Føroyar Fimleikasamband.

 

Skipað verður soleiðis: Fyrst verða tað pinkur, smágentur og gentur sum kappast. Síðani verða heiðursmerkini handaði teimum bólkum, og kappingin heldur síðani fram við kvinnuunglingum og kvinnum.

 

Sum framsýningarlið verður eitt pinkulið og eitt fyrrverandi kappingarlið bæði frá Havnar Fimleikafelag.

 

Tað verða 11 dómarar til kappingina, og hjálparfólkini verða frá Støkk.

 

Myndirnar eru frá fimleikur.fo, sum Hannis Wardum hevur tikið