Nú sleppa børn at yrkja til Trøllapætur og garvillu ommu hansara. Ætlanin er, at yrkingarnar koma við á fløguna, sum kemur út seinni í ár
Trølllapætur og omman fara skjótt at geva út nýggja trøllafløgu, og tey mangla nakrar nýggjar góðar barnasangir, sum børnini sjálvi kunnu skriva.
Trøllini heita tí á øll børn í Føroyum um at lata smáar fittar yrkingar, sum tey sjálv hava gjørt ? tí øll børn duga jú at ríma og at yrkja.
Hugskotið er, at børnini finna upp á orðini, so skal Trøllaomman gera løg til og fara í studio at spæla inn.
Sangirnir kunnu vera um alt millum himmal og jørð.
- Men roynið at gera tykkara besta, so skal nokk okkurt gott spyrjast burturúr. Tann, sum eigur bestu yrkingina, vinnur eina ógloymandi løtu saman við Trøllapæturi og Trøllaommuni. Okkurt annað gott verður eisini at vinna, siga trøllini.
Niclas Heri, Barbara og Steintór fara at døma um bestu yrkingarnar, og nøvnini á vinnandi børnunum verða at síggja á heimasíðuni hjá trøllinum fríggjadagin 21. august. www.tp.fo <http://www.tp.fo/>