Á Kappanum við Avataq gamlaárskvøld

- Mær stóð í boði at gerast maskinstjóri umborð á nýbygninginum, og nú eru vit nú ávegis til Grønlands við skipinum, sigur nólsoyingurin, Brian Hansen.

 

 

Nólsoyingurin, Brian Hansen, sum er maskinstjóri umborð á nýggja grønlendska trolaranum, Avataq, var eisini umborð, nú vit landkrabbar hildu gamlaárskvøld í gjárkvøldið, seinasta dag í 2019.

Tá vit her heima í Føroyum takkaðu fyri gamla árið og skutu nýggja árið inn, vóru teir umborð á Avataq nærindis Kappanum á veg til Nuuk við nýggja trolaranum hjá Royal Greenland.

Hvussu eydnaðist árið 2019 hjá tær?

- Arbeiðsliga sæð eydnaðist árið væl. Mær stóð í boði at gerast maskinstjóri umborð á nýbygninginum, og her eru vit nú ávegis til Grønlands við skipinum. Sum heild gekk árið væl. Um nakað gekk minni væl arbeiðsliga sæð, var tað, at eg havi ikki verið nógv heima hjá familjuni í 2019. 

Brian Hansen vísir á, at hann júst var komin heim av túri, tá nýggi kjansurin stóð honum í boði. Í 2019 helt hann eisini 40 ára føðingardag, har nólsoyingar og nógv onnur gjørdu honum dagin ómetaliga góðan.

- Hinvegin gekk tað minni væl í árinum at fáa loyvi at byggja trý hús á Billuryggi í Nólsoy. Hetta haldi eg vera ógvuliga keðiligt. Tekningar og alt var gjørt soleiðis, at húsini passaðu væl inn í umhvørvið har, sigur Brian Hansen.

Hvørjar eru ætlaninar og vónirnar fyri 2020?

- Eg havi onkrar ætlanir og vónir fyri 2020, sum eg enn ikki vil siga nakað um, tí tað er so skjótt, at slíkt kann detta niðurfyri. Men, vónirnar eru í løtuni, at tað fer at ganga væl umborð á nýggja skipinum - og at tað fer at eydnast at koma í fastar rutinur at verða heima hjá familjuni, sigur hann.

Hevur tú givið nakað nýggjárslyfti?

- Nei, ikki sum so. Eg ætli mær tó at koma í eitt sindur betur form aftur. Annars ætli eg mær at vera, sum eg altíð havi verið - líkamikið um tað er nýggjár ella ei, sigur Brian Hansen, maskinstjóri umborð á Avataq.

##med2##