Kappaðist fyrstu ferð á rennibreyt og vann bronsu (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr samrøðu við bronsuvinnaran á 10.000 metrum, Saruh Vallin, ið upprunaliga kemur úr Stokkhólmi

##med2##

Aftaná Sjúrður H. Hoydal hevði sagt frá kappingini í 1.500 metrar renning hjá kvinnum á FM1 saman við Halli Holm bandaði hann eitt prát við ein serligan føroyskan bronsuvinnara.

Sarah Vallin vann sunnukvøldið bronsu á 10.000 metra teininum við tíðini 40:57.87.

Sarah Vallin sum starvast sum djóralækni er upprunaliga úr Stokkhólmi í Svøríki, men eftir at hava búð í Føroyum nøkur ár hevur hon rætt til at kappast fyri Føroyar á oyggjaleikunum.

Sarah Vallin vónar, at hon og Rigmor N. Arge kunnu avrika væl í hálvum marathon fríggjadagin.

Omanfyri ber til at hoyra Saruh Vallin hvussu tað var at vinna bronsu fyri Føroyar á oyggjaleikunum. Tað sum ger tað heilt serligt er, at hetta er fyrstu ferð Sarah kappast á rennibreyt. 

##med3##

(Samrøða við Saruh Vallin)