Kapp­ing­ar­førið í vanda

– Kappingarførið hjá før­oysku vinnuni er undir stór­um trýsti. Seinastu árini eru út­reiðsl­ur­nar av gjøldum, tað al­menna hevur lagt á vinn­una, hækkaðar munandi, og kom­andi ár hækkar el-prís­urin við 11 oyrum pr kwt og við fimm oyrum afturat í 2014 umframt mvg.

Tað sigur Vinnuhúsið í við­merk­ing til, at el-prísurin til størri vinnufyritøkur hækk­ar við 16 oyrum.
Vinnuhúsið skrivar víð­ari:

– El-prísurin hækkar á nýggj­ár­i­num við fimm oyr­um fyri allar kundar. Har­um­framt hækkar prísurin við oyrum oyrum afturat fyri vinnukundar, sum hava eina árliga streymnýtslu yv­ir 20.000 kwt/ár. Í 2014 verð­ur aftur ein hækking til stóru vinnufyritøkurnar á 5 oyru pr kwt. Tilsamans ein hækk­ing á 16 oyru umframt mvg.

Prísvøksturin uttan mvg (frá 0,99 kr. pr. kwt til 1,15 kr. pr kwt) svarar til eina hækking til stóru vinnufyritøkurnar á 16,2% og til vanliga brúkaran á 3,4% (frá 1,46 kr.pr. kwt til 1,51 kr. pr. kwt). Hetta er ein sera ógvuslig hækking fyri vinnuna, og Føroya Ar­beiðs­gev­ar­a­felag metir, at kapp­ing­ar­før­ið hjá føroysku vinn­uni er í vanda. Fyri eitt ork­u­tungt virki, sum brúkar 8 mill kwh, merkir hetta eina eykarokning uppá 3,2 mill. kr, sum virkið má heinta inn aðrastaðni, skal virk­ið framvegis vera eins kapp­ing­ar­ført.

Um samanborið verður við eina danska virki, sum er á leið somu stødd, so vildi rokningin til donsku fyri­tøk­una verið 65 oyru pr. kwt í mun til 1,10 kr. pr. kwt í Før­oy­um í 2013.
Harumframt hækkar SEV eis­ini íbindingargjøldini frá kr. 2.500/4.000 til kr. 10.000/13.000 kr. til sethús, rað­hús og neyst v.m.

Orsøkin til, at hækkingin fyrst og fremst verður løgd á vinn­una, er sambært SEV, at olj­u­kostnaðurin til ein kwh er 1,02 kr, meðan søluprísurin fyri sama kwh er 0,99 kr.

Sambært SEV so skulu sera stór­ar íløgur gerast komandi trý árini. Mett verður, at íløg­ur­nar verða umleið 1,1 mia kr., harav íløgurnar í Sunds­verk­ið telja fyri uml. 500 mió, vindmylluparkin í Hús­a­haga fyri 150 mió, kað­al til Suðuroynna á 100 mió, harumframt restíløgur ísv útbýggingina av Eið­is­verk­i­num o.a.

Kappingartreytirnar hjá før­oysk­um virkjum eru harð­ar. Og oftani skulu bert smá­ar eykaútreiðslur til, fyri at kapp­ing­ar­førið er burtur. Før­oya Arbeiðsgevarafelag stúr­ir fyri gongdini seinastu tíði­na, har útreiðsluvøksturin hjá vinnuni hevur verið ógv­us­lig­ur, m.a. av alment áløgdum gjøldum, og nú eisini øktum prís­um frá SEV. Ógvusligi íløg­u­tørvurin hjá SEV næstu 3-4 árini bendir neyvan á, at vinn­an kann vænta sær kapp­ing­ar­f­ørar orkuprísir í bræði.