Kapitalisman skal blóma

Javnaðarflokkurin vil hava ríkidømið út í hvørt heim í landinum. Men áðrenn nakar kann fáa lut í nøkrum ríkidømi, má tað skapast.

Sjúrður Skaale

 

Javnaðarflokkurin vil hava ríkidømið út í hvørt heim í landinum. Men áðrenn nakar kann fáa lut í nøkrum ríkidømi, má tað skapast.

 

Tann besti mátin at skapa ríkidømi, kallast kapitalisma. Har frælsir borgarar sleppa at royna sítt hugflog og síni evni, verða nýggjar vinnur og nýggj virði skapt.

 

Men tá kapitalisman er púra ótálmað, er hon sum ein villur hestur, ið rennur har, hann sjálvur vil, og brýtur fyri sær. Bara nøkur fá fáa lut í virðunum, og samfelagið brotnar av um tvøran sosialt. Tað skapar ikki frælsar borgarar, tí meðan nøkur arva ríkidømi og møguleikar, arva onnur fátækdømi.

 

Í teimum sosialdemokratisku norðurlondunum er kapitalisman motorurin í búskapinum. Men her er hesturin tamur. Kapitalisman er regulerað soleiðis, at øll fáa lut í teimum virðum, hon skapar. Tey, sum eiga hugskotini og taka vágan á seg, fáa sjálvsagt størsta vinningin, tá tað eydnast. Men onnur verða eisini lyft upp.

 

Úrslitið er sosialur tryggleiki, veruligt frælsi - og økt fyritakssemi. Tí fleiri fáa møguleikan, fleiri halda seg framat - og kapitalisman blómar.

 

Kommunisma Fólkafloksins


Fólkaflokkurin vil ikki hava kapitalismuna at ráða í okkara fiskivinnu. Í staðin skal politiskt gerast av, hvør skal hava fiskirættindi, og hvør ikki skal.

 

Henda politiska útluting minnir mest um kommunismu.

 

Javnaðarflokkurin heldur, at frælsir borgarar duga betri at reka vinnulív enn politikarar. Vit vilja skipa kapitalismuna soleiðis, at øll fáa gagn av henni - men kommunismu trúgva vit ikki uppá.

 

Tann, sum klárar at skapa størst virði - bæði til sín sjálvs og til felagsskapin - skal hava rættin at fiska.