Kap Farvel kvøld í Vestmanna

Leygarkvøldið verður hugnaløta á Bryggjuni í Vestmanna við smalfilmi og myndum frá fyrsta hekkutrolara føroyinga, Kap Farvel. Vestmenningar hava eitt serligt tilknýti til fyrsta Kap Farvel, sum var heimahoyrandi í bygdini. Barry Blahamar, leiðari á Bryggjuni í Vestmanna, sigur, at tá bókin um Kap Farvel kom út fyri fýra árum síðan, hoyrdist at rithøvundurin fekk nógvar myndir og tilfar annars, sum hann ikki fekk pláss fyri í bókini.

Vit hava tí kontaktað høvundan við tí í hyggju at skipa fyri einum hugnakvøldi við tilfarinum, sum ikki bleiv brúkt. Úrslitið er, at nú kunnu vestmenningar fara á lokalu ?pubbina? í Vestmanna, at hyggja eftir smalfilmi og myndum frá tíðini umborð á Kap Farvel.

Eisini fara lokalir harmonikuleikarar at spæla undir til nakrar sjómanssangir, sigur Barry Bláhamar.

Hugnaløtan verður leygarkvøldið kl. 21.