Kaotiskur kavamorgun í Havn: Bilar standa fastir í kavanum

Politiið mælir fólki frá at koyra bil í Havn, so kommunan fær frið at grava

Tað merkist í morgun, at illveður hevur verið í nátt. Tað sigur politiið.

 

Fólk ringja konstant til politiið í morgun at fortelja, at bilar standa fastir her og har.  Og tað er serliga ringt í Havn.

 

– Størsti trupulleikin er inni í Havnini. Fólk koma av bygd, tí tað er rímiliga koyrandi millum bygdirnar, men inni í Havnini er tað slett ikki grivið allastaðni enn. Til dømis er tjúkt av kava á síðugøutnum, og tí verða nógvir bilar fastir, fortelur vakthavandi hjá politinum.

 

Hann sigur, at sjálvt teir, sum hava grivið, hava staðið fastir.

 

##med2##

 

– Tað blivur verri og verri hjá kommununi at grava, sær tað út til. So ja, status er, at tað er eitt sindur kaotiskt akkurát nú, sigur vakthavandi.

 

Politiið mælir tí fólki frá at fara út at koyra í Havn fyribils.

 

– Vit mæla til, at fólk mugu geva kommununi pláss til at rudda býin fyri kava. So um man ikki skal okkurt heilt viktigt, spyr so arbeiðsgevaran um at koma eitt sindur seinni til arbeiðis.

 

##med3##

 

Tað er ikki bara í Havn, at mælt verður frá at koyra við bili. Landsverk sigur soleiðis:

 

– Í løtuni er ikki koyrandi til Syðradals, Gjáarvegnum, eftir Oyggjarvegnum og um Velbastaðháls. Nógv jarðrok í ælunum á Kambsdali, Gøtueiði, Oyndarfjarðar og Høgareyn. Tað er hált í støðum um alt landið. Nógv jarðrok er í ælunum. Koyrið varliga.

 

##med4##