Tá landavegissúkklingin var av týsdagin, høvdu Føroyar fleiri súkklarar við í heilt góða endanum. Bogi Kristiansen kom fimtur á mál. Gunnar Dahl-Olsen varð nummar sjey og Torkil Veyhe kom á mál á 15 plássi.
Enn eru almennu úrslitini ikki komin út, men so vítt, so føroyingar sjálvir hava talt saman, so verður talan um silvurmerkið til liðið. Og tað má metast sum eitt kanón-úrslit.
Kaos
Men undan hesum hevði reint kaos valdað í kappingini. Á neutrala startinum, har feltið fyrst rullar 4,2 kilomitrar, áðrenn kappingin veruliga byrjar, stungu tríggir súkklarar av, uttan at hetta fekk nakrar avleiðingar.
Hartil var eingin leiðbeining, fyrstu ferð súkklararnir skuldu velja millum tveir møguligar vegir, og tá varð úrslitið, at helmingurin av feltinum koyrdi skeivt.
Tá fyriskipararnir komu eftir hesum, gjørdist neyðugt við umstartið. Hetta í sjálvum sær var sjálvandi ógvuliga frustrerandi hjá mongu súkklarunum, men frustratiónin bleiv til øði lítla løtu seinni.
Dómararnir í kappingini hildu nevnliga fast um leiðsluna á 2,40 minuttir, sum tjóvstarturin hevði givið trimum súkklarum. Fleiri av londunum ætlaðu sær at rýma, tá hetta kom fram, men millum annað við góðum semingsarbeiði frá Gunnari Dahl Olsen eydnaðist tó at fáa nýggju kappingina startaða.
Og so gekk tað mesta so kortini, sum tað skuldi. Tjóvstartarnir vórðu allir koyrdir aftur, so teir ikki endaðu í heiðursmerkjarøðini. Ikki óvæntað komu fremstu súkklararnir av Saaremaa, Man og Bermuda, men altso við føroyingum á fleiri av næstu plássunum.
Enn er tó ikki greitt, um hetta gav heiðursmerki. Frá fyriskiparunum vóru boðini, at nú starturin hevði tikið somikið drúgva tíð, vóru ikki stundir at handa heiðursmerkini. Og mikumorgunin – hálvt samdøgur eftir kappingarlok – vóru framvegis eingi úrslit tøk.