Kaos í Runavík

Hondbóltur: Dysturin millum Tjaldur og StÍF í bestu mansdeilduni varð avblástur, tá klokkan í høllini ikki riggaði

Eftir ætlan skuldi bestu mansliðini hjá runavíkingum og strandingum royna seg í bestu mansdeildini í hondbólti mikudagin, men hesin dystur gjørdist kortini av ongum.


Tíðin stóð í stað

Ikki tí, tá dysturin skuldi byrja, vóru bæði liðini á vøllinum, og dysturin byrjaði eisini, sum ætlað.

Sum vanligt er í hondbóltsdystum, so eru nakrir steðgir av og á, men eftir ein av hesum steðgum mikukvøldið noktaði klokkan í høllini at fara í gongd aftur.

Undan dystinum høvdu eisini verið trupulleikar við hesi, men trupulleikin var tó kortini hildin at vera loystur, tá dysturin varð blástur í gongd.

Soleiðis var tó ikki, og tá dysturin ikki kann leikast uttan tíðarvísarar, varð neyðugt hjá dómarunum at blása dystin av.

Nær dysturin verður leiktur, er ikki greitt, men væntandi verður hetta komandi mikudag, tá bæði liðni hava eitt hol í skránni.


Rokmikil dystur

Annars frætta vit úr Runavík, at dysturin í Runavíkini var ein av teimum heldur rokmiklu.

Tjaldur var liðið, sum byrjaði nógv betur, men so við og við kom StÍF alsamt meira inn í dystin. Hetta sá ikki út til at hóva leikarunum á heimaliðnum, sum mangan tóktust at hugsa meira um, hvussu teir kundu munnhøggast við dómararnar, heldur enn at hugsa um hondbóltsspælið.

T.d. vórðu tveir leikarar riknir av vølli ta einu ferðina, tá dómaraparið hevði ein kontradóm um eitt innkast.

Hvussu var og ikki, so hevði StÍF vunnið sær eina tvey mála leiðslu, tá dysturin varð avblástur, men nú má so byrjast av nýggjum, tá dysturin skal leikast umaftur.

Annars var merkisvert at síggja, at Poli Hansen aftur var at síggja á liðnum hjá StÍF, eftir at hann fyrr í ár hevur leikt við Tjaldur. Tá gavst hann, tí hondbólturin tók ov stóran part av tíð hansara, men hann hevur kortini leikt við næstbesta liðnum hjá strandingum, so venjingarstøðan man vera toluliga góð.

Ivaleyst er hetta ein góður styrkur hjá strandingum, nú seinastu og avgerandi dystirnir um FM-hetitið skulu leikast.