Kaos í kavaruddingi í Havnini

Grava seg til Velbastaðar at heinta børnini í barnagarðinum og skúlanum

Tað er nakað av ruðuleika í ferðsluni í havnini í dag, og tað merkist eisini í kavaruddingini.

- Her er kaos, sigur Boði Haraldsson, býarverkfrøðingur. Vit grava høvuðsvegirnar fyrst, men tað tekur eina løtu, so fólk verða noydd at brynja seg við toli.

 

Hann sigur, at nógvu bilarnir, ið hava rent seg fastar í dag, nú standa í vegin í mongum førum, og hetta órógvar ruddingina.

- Tað bøtir ikki um, at eina maskinan hjá okkum er á verkstaði í løtuni. Tað merkist væl, at ein teirra manglar. Maskinparkin hjá okkum er tíverri ikki av teimum nýggjastu, men er tó fyri tað mesta góð nokk til okkara tørv, sigur Boði Haraldsson.

 

Hægstu raðfesting, umframt høvuðsvegirnar, er at koma til Velbastaðar.

- Foreldur og stovnsleiðarar úr allari kommununi ringja og spyrja, hvussu verður at heinta børnini í dag. Vit hava nú tikið avgerð um, at vit fara at grava okkum til Velbastaðar, so vit kunnu fáa børnini har heim, umframt at hjálpa einum bussi, ið stendur fastur har. Ætlanin er at vera í Velbastað klokkan 15 og so kunnu foreldrini heinta børnini í Steinatúni, tá vit koma aftur higar, væntandi um fýra tíðina, sigur Boði Haraldsson.