Kaos á ferjuleguni í Klaksvík

Hóast Strandfaraskip Landsins í nýggju ferðaætlanini hevur økt um túratalið hjá Dúgvuni, so megnar hon enn ikki at nøkta tann tørvin, sum seinastu tíðina hevur stungið seg upp í Klaksvík

Samferðsla
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Fyri stuttum gav Strandfaraskip Landsins út eina nýggja ferðaætlan, har túratalið hjá Dúgvuni um Leirvíksfjørð varð økt við fleiri túrum. Hetta varð gjørt, tí fyrrverandi túratalið ikki megnaði at nøkta tørvin hjá teimum, sum vildu um Leirvíksfjørð, og ofta stóðu fleiri røðir av bilum eftir á ferjuleguni og sloppu bilarnir ikki við yvirum.
Væntað varð, at økta túratalið fór at betra um hendan trupulleika, men enn sást tó lítið til nakra munandi broyting.

Reint kaos
Enn er tað gerandiskostur hjá klaksvíkingum at síggja fleiri røðir av bilum standa eftir á ferjuleguni, og summar dagar røkkur røðin enntá niðan á vegin, har hon tarnar ferðsluni, sum annars skuldi koyrt eftir vegnum, sum er partur av høvuðsæðrini í Klaksvík.
Í bíðandi røðunum eru eisini fleiri av teim størru bilunum, sum flyta flutning frá virkjunum í størsta fiskivinnubýnum í Føroyum til aðrar oyggjar. Hesir taka nógv pláss, og kann vera torført at sleppa uttan um teir, tá teir standa og bíða á vegnum.
Hetta er ein støða, sum gongur nærum øllum klaksvíkingum og øðrum ferðandi í býnum rættiliga nær, og tey flestu undrast yvir, at eingin loysn verður funnin viðvíkjandi trupulleikanum.

Rakar vinnuna
Trupulleikin rakar tó ikki einans vanliga borgaran. Vinnan í Klaksvík ávirkast eisini í stóran mun av kaosinum, sum stingur sum upp á ferjuleguni. Serliga fiskivinnan, sum skal hava vøru flutta úr býnum, merkir nógv til trupulleikan. Teir flestu stóru bilarnir innihalda allir ráan fisk, sum skal til víðari framleiðslu aðrastaðni í landinum.
Men stóru bilarnir noyðast ofta at bíða fleiri tímar á ferjuleguni, áðrenn teir sleppa umborð, og samstundis bíða kundar uttan fyri Klaksvík eftir vøruni, ið bilarnir hava.
Hetta førir í fleiri førum til framleiðslusteðg á virkjunum, og soleiðis førir hetta til ein beinleiðis peningamiss hjá virkjunum.
Virkini í Klaksvík merkja eisini sviðan av støðuni, tí trupulleikin finst ikki einans í Klaksvík.
Á ferjuleguni í Leirvík eru ofta eins langar røðir at finna, og her mugu bilførarar bíða í fleiri tímar, áðrenn teir sleppa til Klaksvíkar við fiski til víðari framleiðslu.
Hetta førir alt við sær, at vinnan í Klaksvík má av við eina rúgvu av bíðipeningi. Onkur hevur ført fram, at vinnan her á staðnum má vera heimsins dugnaligasta, tá tað snýr seg um at fáa slíkan eykakostnað afturat dýra framleiðslukostnaðinum at bera til í samband við flutningin til meginøkið, tí ikki tykist samband við meginøkið at kunna gerast øðrvísi enn umvegis Leirvíksfjørð.

Fyribils eingin loysn
Hóast trupulleikin er lýstur fleiri ferðir umvegis fjølmiðlar í landinum, so er enn eingin loysn funnin viðvíkjandi hesum.
Ein loysn kundi verið at sett Ternuna at hjálpa Dúgvuni á leiðini, men fyribils er Ternan bundin av leiðini um Vestmannasund. Hetta er tó ein kostnaðarmikil loysn, og enn er ikki fingið greiði á, um veruleiki spyrst úr hesum.
Onkur hevur eisini sett fram spurningin, um ikki okkurt annað og betur skip enn Ternan skuldi verið sett til leiðina, men eisini hesin spurningur stendur ósvaraður í dag.
So fyribils mugu vinnan og fólk annars í Klaksvík brynja seg við toli, og bíða eftir, at myndugleikarnir finna onkra loysn viðvíkjandi trupulleikanum.