Fløguaktuelli Kanye West spælir í Ballerup Super Arena 2. apríl næsta ár. Talan verður um eina forkunnuga vitjan, tí amerikanski rapparin hevur fyri kortum givið út fløguna »My Beautiful Dark Twisted Fantasy«, sum hevur fingið óvanliga góð ummæli.
Kanye West hevur spælt í Danmark tvær ferðir áður, báðar ferðir á Orange Scene á Roskilde Festivalinum.










