Fyrrverandi lívverji hjá poppstjørnuni Kanye West hevur í samrøðu við amerikanska The Sun avdúkað, hvussu tað er at arbeiða fyri Kanye.
Steve Sanulis greiðir blaðnum frá, at Kanye West krevur av sínum starvsfólkum, at tey ikki tosa, tá ið hann er til staðar.
- Eg ansaði eina ferð eftir lítlu dóttir hansara, og tað var munandi lættari, enn at ansa eftir pápnum, sum hevði undarlig krøv, sigur Steve Sanulis.
Kanye West noktaði millum annað at nerta elevatorknøttar. Lívverjin mátti trýsta fyri poppstjørnuna. Og var nakað smátt ella stórt, sum ikki hóvaði Kanye, so gjørdist han í øðini og skeldaði alt og øll rundan um seg.
Steve Sanulis varð sekkjaður av Kanye West, tí hann hevði heilsað upp á konuna hjá Kanye.