Kantata í Fuglafjarðar kirkju í morgin

Í morgin, annan hvítusunnudag, verður sungin nýggj kantata í Fuglafjarðar kirkju. Tað er John Høybye, sum hevur tónsett kantatuna og fer at stjórna einum kóri við uml. 100 sangarum Kórini, ið syngja, eru Fuglafjarðar sangkór, Kamarkórið úr Havnini og Dacapo úr Køge. Teksturin er úr sálmi Dávids nr. 84. Somuleiðis er sálmurin hjá Grundtvig: Yndislig, føgur, kongssalur høgur, sum Luis Zachariasen týddi, íblástur til tónleikaverkið. Kantatan er fyri blandað kór, sopransolo(Arina Bishoff) og orkestur(orgul, klaver, strúkarar, kontrabass, trompet og perkussion)

Orgul: Heðin Kambsdal ? Klaver: Rói Eliasen ? trompet: Jóhan Hentze og Rúni Hentze ? violin: Sámal Petersen og Monika Stauss Joensen ? bratch: SagaKapnas ? cello: Jens Chr. Guttesen ? kontrabass: Edvard Nyholm Debess og perkussion: Jan Rúni Poulsen.

Kórini fara eisini at syngja einsæris - Dacapo undir leiðslu av Poul Erik Juul, Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Frits Johannesen og Kamarkórið undir leiðslu av Hans Paula Tórgarð.

Kantatan er skrivað í samband við at kirkjan fyllir 25 ár á hvítusunnu. Tá ið kirkjan varð vígd fyri 25 árum síðan, varð eisini ein kantata sungin, sum John Høybye hevði smíðað. Alexandur Kristiansen skrivaði tekstin.

Hendan kantatan er í 8 pørtum og verður sungin 2. hvítsunnudag í Fuglafjarðar kirkju kl 16:00