Kanté til Chelsea

N’golo Kanté hevur skrivað ein fimm ára sáttmála við London felagið, sum skal gjalda 32 milliónir pund fyri 25 ára gamla fransmannin.

N’golo Kanté hevur skrivað ein fimm ára sáttmála við London felagið, sum skal gjalda 32 milliónir pund fyri 25 ára gamla fransmannin.

 

Kanté spældi í fjør á miðvøllinum hjá Leicester, og var sæddur sum ein av lyklaleikarunum hjá enska felagnum, sum óvænta vann Premier League.

 

Nýggi Chelsea venjarin yvirtalaði Kanté. – Eg velji at skifta til Chelsea, sum er eitt stórt felag, við nýggjum venjara og stórum ætlanum eins og eg sjálvur. Verkætlanin og tala frá venjaranum hava sannført meg um at vera við í nýggja framsøkna ævintýrinum. Nú bíði eg bara eftir at sleppa at gera mítt besta fyri eitt væleydna kappingarár, skrivar Kanté á Instagram.

 

Søgur vilja vera við at Chelsea eisini er úti eftir kreativa leikaran á Leicester liðinum, Riyad Mahrez, sum sambært Talksport.com hevur víst einum nýggjum sáttmála við Leicester burtur.

 

Kanté er fyrsti leikarin at skifta frá Leicester síðani lokna kappingarár. Hópmálskjúttin Jamie Vardy hevur avvíst møguleikan at skifta til Arsenal, og hevur skrivað nýggjan sáttmála við Leicester og Claudio Ranieri. Kanté er skeyt í fjør eitt mál fyri Leicester. Hann hevur áður spælt við franska liðinum Caen.